Dagrøktarar í samhugaverkfall í morgin

Deil á Facebook
Týsdagur 14. februar 2012 - 11:25

Í morgin árini klokkan seks, fara allir dagrøktarar, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag í samhugaverkfall.
Talan er um einar 80 dagrøktarar kring alt landið, sum hava børn í dagrøkt og samhugaverkfallið varar til klokkan seks hósmorgunin.
Hetta eru næstan allir dagrøktarar í landinum, sigur Føroya Arbeiðarafelag.
Orsøkin til samhugaverkfall okkara er, at tað tykist ikki sum um at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið vil viðgera tey sáttmálakrøv, sum Føroya Pedagogfelag hevur sett fram, sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag.
- Okkara fatan er, at tað er ein sjálvsagdur rættur hjá øllum fakfeløgum at kunna samráðast um sáttmálakrøv síni, og tað eigur ikki at vera soleiðis, at Fíggjarmálaráðið, uttan nakra sakliga grundgeving, skal kunna forða kommunum at samráðast um dagstovna- og dagrøktaraøkið, har landið eingi áhugamál hevur, sigur hann
- Tí er stríðið hjá Føroya Pedagogfelag eisini stríðið hjá hinum fakfeløgunum í Føroyum, leggur Georg F. Hansen afturat.


Áki Bertholdsen
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…