Borgarstjórin heiðraði steypavinnarar

Deil á Facebook
Sunnudagur 12. februar 2012 - 15:55

Bogarstjórin í Klaksvík, Gunvá við Keldu, beyð til móttøku í býráðshøllini í Klaksvík, tá ið Stjørnan kom norðuraftur við gullinum um hálvgumsekstíðina í gjárkvøldið.

Stjørnan vann uppiborið 27-23 eftir at hava verið á odda allan seinna hálvleik. Simona Petersen skeyt heili 10 mál fyri Stjørnuna, meðan Gurið K. Mortensen skeyt fimm fyri VB. Tær báðar vórðu somuleiðis kosnar dagsins leikarar hjá liðum sínum.

Hópin av fjepparum komu eisini á gátt at ynskja vinnarunum til lukku.

Gunvá við Keldu, borgarstjóri, helt røðu og handaði Stjørnu-kvinnunum ein kekk. Eisini bar Súsanna Lydersen heilsan frá Norðoya Sparikassa og Una Olsen takkaði vegna liðið fyri móttøkuna – somuleiðis gjørdi venjarin.

TRÝST HER fyri at síggja røðuna, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri helt fyri steypavinnarunum í hondbólti.


Myndafrásøgnir - Móttøka fyri stjørnukvinnum (Myndir: Dávur Winther)


Eirikur Lindenskov
skriva til .(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Les eisini

Fáa fýra ferðir…

Fíggjarliga loysir tað seg væl at skipa fyri stórum ítróttarkappingum…

FM í fimleiki…

Í dag klokkan 16 verður føroymeistarakapping fyri gentur, kvinnuunglingar og…

Tóku 12 dopingroyndir…

Í fjør vórðu 12 dopingroyndir tiknar av føroyskum ítróttarfólkum.…