Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Bæði Usain Bolt og Yohan Blake nærmast spákaðu um málstrikuna, tá teir í kvøld tryggjaðu sær eitt pláss í finaluni í 200m renningini í OL í London.
Usain Bolt kom á mál við tíðini 20.18 sekund. Hann legði seg greitt á odda tíðliga í renningini og tóktist nærmast spáka um málstrikuna. Ongin ivi um at hann kann renna skjótari í finaluni.
Yohan Blake kom á mál við tíðini 20.01 og er somuleiðis í finaluni. Eisini hann legði seg greitt á odda tíðliga í renningini í sínum riðli og steðgaði á áðrenn málstrikuna.
Finalan í 200m renning verður í annaðkvøld klokkan 20:55.
»Er Usain Bolt framvegis skjótastur?
»Usain Bolt í 100m hálvfinaluni - men ikki sum tann skjótasti
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: FCK víðari í Brügge