Leygardagin eydnaðist tað føroyska rennaranum, Bjørk Herup Olsen, at seta nýtt met á 3000m-teininum. Hetta gjørdi hon í kapping í Pennsylvania í USA, har hon við tíðini 9.59,91min. - umframt at seta føroyskt met - gjørdist fyrsta føroyska kvinna at renna henda teinin undir 10 minuttir.
Hetta er fyrsta føroyska metið hjá Bjørk, síðani hon flutti til USA at ganga í skúla.
Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…
Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…
Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…