Bjørk Herup Olsen hevur í kvøld vunnið silvur í 10.000 metra renning á Oyggjaleikunum.
Bjørk fylgdist stóran part av teininum við trimum øðrum rennarum, men nakað fyri endaspurtin dragnaði ein av rennarunum, og tí kappaðust Bjørk og tvær aðrar um fremstu plássini.
Í endaspurtinum rann Louise Perrio av Guernsey frá Bjørk og Turi Malme av Hitra, og Perrio vann renningina. Bjørk helt seg frammanfyri Turi á seinasta teininum og rann tí í mál sum nummar 2 við tíðini 37:28.85, sum er nýtt føroyskt met.
- Hetta var heilt fantastiskt. Eg veit ikki, hvat eg hevði roknað við, men eg føldi meg væl í kvøld og rann eina góða renning, sigur Bjørk Herup Olsen.
Bjørk skal fríggjadagin renna 5.000 metrar renning, sum er hennara seinasta kapping.
Víkingur dregur frá í oddinum, meðan kappingin um plássini aftan…
Tríggir dystir í næstbestu fótbóltsdeildini eru á skránni í kvøld.…
14. oyggjaleikirnir eru farnir aftur um bak. Føroyar gjørdust nummar…