Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)
Tottenham vann heili 3-0 á Inter Milan í Europa League í kvøld. Gareth Bale skoraði sum ikki eina ferð. Chelsea tapti í Rumenia, meðan Newcastle fekk javnleik í Russlandi.
Seinast Tottenham og Inter Milan møttust var í Champions League bólkaspælinum í 2010/11. Ta ferðina skoraði Gareth Bale hattrick í dystinum í Milano. Í kvøld spældu liðini á White Hard Lane í London.
Tað tók Gaerth Bale bara fimm minuttir at koma á máltalvuna. Hann var hægstur í brotsteiginum eftir innlegg úr høgru síðu, og stútaði bóltin í handara síðunet. Walisin hevur havt eitt framúr kappingarár fyri Tottenham.
Dysturin var lítið meir enn eitt korter gamal, tá íslendingurin, Gylfi Sigurdsson, økti til 2-0. Jermaine Defoe royndi seg við skoti, sum málverjin fekk hondina á. Gylfi var fyrstur á returin og skoraði.
Tað var lítil um gestirnar úr Milano, sum als ikki megnaði at bíta frá sær sum í 2010, tá teir vunnu Champions League. Í seinna hálvleiki økti Jan Vertonghen til 3-0 eftir horna. Tottenham hevur sostatt góð kort á hondini, tá teir skulu spæla returdystin í Milano. Tað verður tó uttan Gareth Bale, sum fekk gult kort fyri at royna at filma seg til brotsspark, og harvið hevur leikbann.
Chelsea og umstríddi venjarin, Rafael Bentiez, taptu fyri Steaua Bukarest úr Rumenia. Einsamalla málið í dystinum skoraði heimaliðið við brotssparki, sum Ryan Bertrand gjørdi. Helst var enski bakkurin heppin bara at fáa gult kort, fyri at hála álopsspælara niður, sum var leysur í brotseiginum. Petr Cech valdi røttu síðu, men brotssparkið frá Raul Rusescu var hart og fór í málið.
Newcastle var á vitjan í Russlandi, har Anzhi tók ímóti. Newcastle byrjaði uttan ein beinleiðis áleypara og úrslitið var eisini har eftir. Teir fingu einki mál. Tá so Samuel Eto’o og hansara vinmenn úr Anzhi heldur ikki skoraðu, so endaði tað við málleysum javnleiki. Eitt úrslit, sum Newcastle helst eru væl nøgdir við.
Europa League 1/8 finalur:
Anzhi – Newcastle 0-0
Steaua Bukarest – Chelsea 1-0
Stuttgart – Lazio 0-2
Plzen – Fenerbahce 0-1
Benfica – Bordeaux 1-0
FC Basel – Zenit 2-0
Levante – Ruben Kazan 0-0
Tottenham – Inter 3-0
»Ivanovic stútaði Europa League steypið til London
»Terry og Hazard ikki við í Europa League finaluni
»Champions League: Týskland móti Spania
»Chelsea víðari - Newcastle og Tottenham úti
»Chelsea og Terry aftur í Moskva
»Fernando Torres skoraði hóast eyma nøs
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
|---|---|---|---|---|---|---|
| 1 | KÍF | 24 | 709 | 560 | 149 | 39 |
| 2 | H71 | 24 | 641 | 574 | 67 | 33 |
| 3 | VÍF | 24 | 692 | 621 | 71 | 30 |
| 4 | StÍF | 24 | 598 | 570 | 28 | 25 |
| 5 | Kyndil | 24 | 619 | 618 | 1 | 24 |
| 6 | Neistin | 24 | 583 | 626 | -43 | 17 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 520 | 793 | -273 | 0 |
Næsta grein: Føroyskir rennarar luttaka í DM