B36 koyrir betri fíggjarliga

Tróndur Arge
.(JavaScript má vera gildað fyri at kunna síggja teldupostadressun)

Hoyr grein

Printa

Viðmerkingar 1

sportal.fo » Fótbóltur
Hósdagur 7. mars 2013 - 23:13

P/F Wenzel verður nýggjur høvðusstuðul hjá B36. Tað boðar heimasíðan hjá felagnum frá í dag.

B36 hevði eitt tung ár í fjør. Bæði úrslitini á vøllinum og í rokniskapinum vóru minni góð. Felagið endaði nummar seks í landskappingini og felagið koyrdi spælararnar niður í løn. Í ár er hópurin bíligari og nú hevur fealgið eisini fingið ein høvðusstuðul.

- Sponsorar og samstarvsfelagar teljast millum hornasteinarnar í virkseminum hjá einum og hvørjum ítróttafelag, og tí eru vit sera fegin um avtaluna við P/F Wenzel. Ein avtala, sum tryggjar okkum ein sterkan og professionellan samstarvsfelaga, sigur Sámal Ímundarson, formaður í B36.

Avtalan ber við sær, at besta manslið hjá B36 í 2013 spælir við búmerkinum hjá P/F Wenzel á bringuni, og eisini verður fyritøkan sjónlig í aðrar mátar, tá B36 spælir.

- Sum bilasøla hevur tað týdning hjá okkum at vera sjónlig, og við einum slíkum sponsorati er eingin ivi um, at vit koma at síggjast sera væl. Hartil eru vit sjálvandi fegin um, at vit á hendan hátt eru við til at stuðla einum av størstu ítróttafeløgunum í landinum. Rørsla og aktivitetur gerast ein alt meira týðandi partur av samfelagnum, og hetta er eitt rák, sum vit sera fegin taka undir við, sigur Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel.
-
Mynd: (www.b36.fo) Frá vinstru: Róladur Jakobsen, B36, Jógvan Højgaard, stjóri í P/F Wenzel, Sámal Ímundarson, formaður í B36 og Jákup á Borg, liðskipari hjá B36.



Hondbóldur Atlantic Airways Deildin
Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 KÍF 24 709 560 149 39
2 H71 24 641 574 67 33
3 VÍF 24 692 621 71 30
4 StÍF 24 598 570 28 25
5 Kyndil 24 619 618 1 24
6 Neistin 24 583 626 -43 17
7 Team Klaksvík 24 520 793 -273 0