Victoria Azarenka úr Hvítarusslandi vann í nátt ársins fyrstu stóru tenniskapping, Australian Open. Í finaluni vann hon á russisku Mariu Sharapova, og sigurin var sera tryggur, 6-3, 6-0.
Hetta er fyrstu ferð, at tann 22 ára gamla Azarenka hevur megnað at spæla seg í eina finalu í einari stórari kapping, og sigurin ger, at hon nú er ovast á heimsstyrkilistanum hjá tenniskvinnunum. Tað plássið hevur danska Caroline Wozniacki havt leingi.
Victoria Azarenka er vorðin sonn tjóðarhetja heima í Hvítarusslandi, tí eingin kvinna haðani hevur rokkið somu úrslitum sum hon.
Tórshavnar Súkklufelag skipar leygardagin fyri súkklukapping, sum eftir góða undirtøku…
Nú leygardagin fer Bjørk Herup Olsen at luttaka í NM-kapping…
Fyrra helvt av føroyameistarakappingini í Go-Kart fyri virkir, Føroya Tele…